Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. mars 2025 kl. 15 - 16:30

Nónte & konsert við Leu Kampmann

Sunnudagin 2. mars 2025 bjóða vit aftur til okkara vælumtókta Nónte á Hotel Føroyum.

Hesuferð verður tað Lea Kampmann, ið fer at spæla løg úr síni nýggju útgávu Seinferð. Seinferð er skrivað í samstarvi við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.

Nónte, sum stavar frá enska heitinum Afternoon tea, er ein hugnalig máltíð við skonsum, smáum tertum og køkum, ið verður borðreitt saman við te og kaffi.