Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
07. november 2025 kl. 21 - 21:01
Hvar
OY
Prísur
Ókeypis atgongd

Norðurglóð + Jóel Pálsson (IS/FO)

NORÐURGLÒÐ eru:

Arnold Ludvig – bass/tónaskald

Ólavur E. Gaard – gittar

Leivur Thomsen – gittar

Rógvi á Rógvu – trummur.

Havnar Jazzfelag (HJF) varð stovnað í 1975, tá Arnold Ludvig var 7 ára gamal. Hann visti einkið um HJF fyrr enn í 1980, tá Arnold byrjaði at spæla bass við bólkinum Play Boys (senni: PLÚMM), sum slapp at brúka spælistaðið hja HJF, PERLAN, til venjingarhøli í 1981. Tá fann hann útav at plátufelagið, TUTL Records, var til og at føroyskur jazz tónleikur kundi hoyrast á ymiskum LP og single plátum. Arnold bleiv rættiliga bergtikin av hesum plátum við bæði lokalum og útlendskum tónleikarum. Hansara størsta fyrimynd tá var óiva føroyski bass spælarin, Jóhannus á Rógvu Joensen, sum var, og er, ein av fremstu tónleikarunum í Føroyum, umframt at hann var tónaskald og framleiðari. Av teimum útlendsku tónleikarunum var tað Holger Laumann (DK) sum gjørdi eitt sterkt inntrykk á Arnold, bæði sum saxofon spælari og tónaskald.

Hendan inspiratiónin kveikti ein dreym í Arnoldi, sum hann tó hevði ilt við at trygva uppá í 1981, sum bara 13 ára gamal. Dreymurin hjá honum var at blíva til ein góðan jazz bassist og tónaskald. Men við tolsemi, áhaldandi venjing, forvitni og treiskni eydnaðist tað at náa dreyminum. Eftir eitt ár í Tónlistarskóli F.Í.H. í Reykjavík, har Arnold studeraði jazz tónleik og fekk lestrarstuðul, útkom plátan “ALLAR ÆTTIR” við Holger Laumann & PLÚMM í 1991 gjøgnum TUTL. Arnold eigur 3 jazz løg henni, umframt eitt lag á “GREEN GATE” plátuni, frá 1998. Í 2005 vann hann virðislønina fyri besta bassleikara á Atlantic Music Event. Í 2013 útkom “VOYAGES” og í 2016 útkom “ICELAND”, báðar við ARNOLD LUDVIG SEXTET gjøgnum TUTL sum fekk frálík ummæli og var í uppskoti til besta einleikara og besta bólk á FMA í 2017. Í 2019 fekk Ludvig Masterprógv í tónleiki frá Listaháskúla Íslands. Seinasta útgávan hjá Arnold kom út talgilt í apríl í 2025 við ARNOLD LUDVIG QUINTET. Hetta er forkunnuga “LIVE @ Maggies ‘18” – konsert upptøka, sum kemur út á LP seinni í 2025.