Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. januar 2025 kl. 20 - 22
Prísur
DKK 100

Nosferatu (USA 2024)

Nosferatu (Robert Eggers USA 2024 132 min).

Fyrsti filmur í nýggja árinum, Nosferatu, er fjórði filmur, sum amerikanski ræðumeistarin Robert Eggers (f.1983) letur úr hondum. Hann hevur fyrr gjørt The Witch (2015) og The Lighthouse (2019), sum á okkara leiðum vann bæði Robert- og Bodilvirðislønina, og søguliga filmin The Northman (2022), ið hann skrivaði saman við íslendska Sjón.

Fremsta eyðkennið og næstan vørumerkið fyri Eggers er, at hann hevur vunnið Bram Stoker virðislønina.

Nýggi Nosferatu hevur klassiska filmin frá 1922, Nosferatu, eine Symphonie des Grauens, hjá týska leikstjóranum, F.W. Murnau (1888-1931), sum fyrimynd. Báðir byggja á søguna Dracula (1897) hjá írska Bram Stoker (1847-1912).

Internet Movie Data Base lýsir nýggja filmin Nosferatu sum: “A gothic tale of obsession between a haunted young woman, and the terrifying vampire infatuated with her causing untold horror in its wake.”

Einki er at taka seg aftur í, at ræðusøgur av hesum slag eru nógv frammi í okkara tíð, eisini sum stílistiskar tilsipingar, eitt nú í Netflixrøðini Midnight Mass hjá Mike Flanagan úr Salem í Massachusetts.

 Willem Dafoe, sum var við í The Lighthouse og The Northman, er aftur við í nýggja Eggers filminum Nosferatu.