Høli: Stórhøll
Longd: 120 min (íroknað steðg)
Gleð teg til brúsandi tónleik, gott lag og ógloymandi løtur, tá Føroya Symfoniorkestur býður okkum vælkomin í nýggja árið saman við føroyskum solistum og kóri.
Hendan konsertin verður heilt serstøk, tí hetta verður tann seinasta við Bernharði Wilkinson á stjórnarpallinum.
Tvey kvøld verður salurin karmur um stórbærar tónleikaupplivingar, inniligar løtur og hátíðarligan nýggjárshýr, tá orkestrið, kórið og føroysku solistarnir bjóða áhoyrarunum vælkomnum í nýggja árið.
Føroyskir solistar og kór
Til ársins nýggjárskonsert hevur symfoniorkestrið bjóðað fleiri føroyskum solistum við á pall – tónleikarar, sum Bernharður Wilkinson hevur arbeitt saman við gjøgnum árini. Fyribils kunnu vit avdúka, at Elin Rasmussen (violin) er ein av solistunum. Elin vann Stella Polaris-kappingina í 2025 og lesur nú á Musikhögskolan í Malmö.
Ari Hammer Joensen (orgul) er somuleiðis millum solistarnar. Ari vann aðru virðisløn í Stella Polaris-kappingini fyrr í ár, og lesur annars á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium.
Sopranarnir Birita Poulsen og Hanne Marit Mordal Iversen vera somuleiðis við, eins og fleiri solistar, ið verða kunngjørdir seinni.
Kórið við ikki minni en umleið 85 ágrýtnum sangarum er týdningarmikil partur av nýggjárskonsertini. Tey, ið áður hava verið til nýggjárskonsert vita, at neyvan er nakað vakrari enn samspælið millum kór og sympfoniorkestur.
Áhoyrarnir kunnu gleða seg til tvey framúrskarandi kvøld – og sjálvandi bjóða vit kransakøku og eitt glas við brúsandi í steðginum – “same procedure as every year, James.”
Hent at vita
Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya leygardagin, 10. januar 2026.
Dyrnar lata upp kl. 19.00.
Konsertin byrjar kl. 19.30.
Atgongumerki: Vanligur prísur 575 kr. / Lesandi 395 kr.
Dirigentur: Bernharður Wilkinson
Kórleiðari: Tóra Vestergaard
Fyriskiparar: Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið