

Odyssé gittarans (SE/FO)
Høli: Klingran
Longd: 60 min (uttan steðg)
Kom við Talos Guitar Duo á eina tónlistaferð gjøgnum ríka ljóðheimin hjá gittaranum. Á konsertini Odyssé gittarans hittast klassisk meistaraverk og nýskrivaður tónleikur í eini skrá, ið speglar bæði stoltu siðvenjuna og ta livandi framtíðina hjá gittaranum.
Á skránni eru verk úr vanligu tónleikaskránni hjá gittar-duoini, umframt frumframførslur av verkum, sum eru skrivað sum liður í verkætlanini Nýggjar røddir til gittar. Fýra ungir næmingar í tónasmíði leggja fram síni verk, ið eru ment í tøttum samstarvi við Talos Guitar Duo og tónaskaldið Sunleif Rasmussen.
Hetta verður ein fjálg, virtuos og nýmótans konsert, sum sýnir óendaligu møguleikarnar hjá gittaranum og gevur áhoyrarunum eitt serligt innlit í røddirnar hjá framtíðar tónaskøldum.
Talos Guitar Duo:
Fred Holmlund og Alvi Joensen