

Ókeypis konsert við HOYM í TUTL
Set hol á vikuskiftið við eini hugnaligari og intimari konsert í TUTL, tá trioin HOYM fer á pall. HOYM eru Elinborg Pálsdóttir (FO), Lea Kampmann (FO) og Katrín Helga Ólafsdóttir / k.óla (ÍS) — tríggjar markantar røddir í norðurlendskum tónleiki.
HOYM sá dagsins ljós, tá tær tríggjar hittust og arbeiddu saman á Det Rytmiske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Hóast allar hava eina væl etableraða solokarrieru við fleiri útgávum aftanfyri seg, savna tær í HOYM sínar røddir í eina felags verkætlan, grundaða á kvinnuliga orku, nærveru og skapandi felagsskap.
Trioin hevur givið út eina EP við seks løgum á føroyskum og íslendskum, skrivað og upptikin í Íslandi. Løgini hava røtur í fólkatónleiki og akustiskum ljóðførum, og tekstirnir snúgva seg um tilknýti, kenslur og samband — tvørtur um mál og landamørk.
“Tað kendist natúrligt at skriva á okkara móðurmálum, føroyskum og íslendskum. Tað er ein heiðran til okkara uppruna, samstundis sum vit mentu eina felags ljóðmynd,” sigur trioin.
Á konsertini í TUTL fer HOYM at spæla bæði løg frá EP’ini, nýtt tilfar, ið er á veg. Alt verður framført live, og hvør konsert gerst eitt serligt samanspæl millum nýtt og gamalt.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
– Konsertin er stuðlað av Økistónum
