Loading Events
Nær
16. desember 2025 kl. 16:30 - 17
Hvar
Tutl Records
Prísur
Ókeypis atgongd

Ókeypis solokonsert í TUTL við Heðin Ziska Davidsen

Seinasta útgávan hjá Tjant, ógreiða (entropi), byggjur í ávísan mun á júst tað, ógreiðu/entropi, ið er eitt útrykk fyri kaos í einum systemi. Mátin Tjant hevur brúkt hettar tónleikaliga, er við at nýta hættir sum tilfeldigheit og externar ljóðkeldur, so sum FM útvarp, og umsett hetta til parametur í tónleikinum. Omaná hetta, eru so tónleikararnir, ið arbeiða við hesum parametrum, lata seg ávirka og royna at gera tað til tónleik.

Resterne af Rigsfællesskabet er mannað av Heðin Ziska Davidsen (FO), Jesper Pedersen (DK/ISL) og Miké Thomsen (GL) og umboða sostatt ríkisfelagsskapin so sum hann sær út, eftir at Ísland tók seg úr felagsskapinum. Samleikin hjá bólkinum byggir uppá hetta, við at hesi londini eru umboðaði á pallinum og so ella so spæla saman. Tónleikurin er improviseraður, eins og ein samrøða millum londini. Stundum gevur tað meining, at júst hesi londini eru saman. Stundum ikki.

Tjant og Resterne af Rigsfællesskabet – Heðin Ziska Davidsen, guitar, modularsynth og elektronik solo framførsla.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum til hesa serstøku konsertina
– 
konsertin er stuðlað av Økistónum