Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
30. juli 2025 kl. 17 - 19
Hvar
Gallarí Havnará
Prísur
Ókeypis atgongd

Ólavsøkuframsýning við Jógvan Kristiansson Glerfoss

Líka síðan barndómsárini hevur listin verið partur av DNA-num hjá Jógvani.

Pápin er kendur sum ein framúr portrettmálari, og við kendum listarfólkum sum Hans Jákup Glerfoss og Rannvá Kunoy í nærmastu familju, hevur Jógvan altíð verið umringaður av list.

Jógvan hevur málað og teknað síðan hann var heilt ungur. Og hann hevur altíð hildið fast við listina, hóast eina akademiska bakgrund innan KT og filmsvísindi. Í 2019 tók Jógvan aftur pensilin fram, og síðani tá hava hansara framsýningar verið væl eydnaðar, har listaverkini selja sum heit breyð.

Eitt afturvendandi tema í listini hjá Jógvani er menniskjað, og sambandið millum menniskju, sum verður lýst í abstraktum og hugvekjandi myndum. Kom oman í Perluna og verð partur av hesi uppliving – har tú eisini fært høvi at heilsa uppá sjálvan listamannin og fordjúpa teg í hansara list.