Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
02. October 2024 - 02. October 2024

Ólidnar søgur – ein kollektivsøga

Høli: Høllin
Longd: 75 min

“Hetta er ikki ein farin tíð, hon livir enn.”

Norðurlendska kolonialisman er framvegis til og ávirkar menniskju í dag. Men aloftast verður ikki tosað um hana.

Dansisýningin Ólidnar søgur – ein kollektivsøga er ein roynd at bróta tøgnina – ein roynd at loyva søgum um norðurlendsku kolonialismuna framat.

Sýningin snýr seg um at vera ungur í kjalarvørrinum av kolonialismuni; at finna seg sjálvan í óskrivaðu síðunum í søgubókunum, har kollektiva tilvitskan ikki røkkur. Hvat hendi? Nær hendi tað? Endaði tað? Hevur tað nakran týdning fyri meg? Hví tosar eingin um tað?

Søgan um norðurlendsku kolonialismuna er ikki liðug. Hon er ein søga, sum er sett saman av nógvum ymiskum røddum. Í Ólidnar søgur – ein kollektivsøga koma hesar saman í einari ráari og poetiskari goymslu av kensluligum arvi og felags minnum, sum ung úr Norðurlondum, Ghana og St. Croix hava upplivað og fortelja um.

Á pallinum eru tveir leikarar. Millum teir standa tveir goymslukassar. Í hesum goymslum eru søgur, hugsanir, spurningar, hugsjónir, hugskot, kenslur, vitanir og royndir. Stundum eru tey samd, stundum ikki. Men tey eru samanbundin. Dansararnir leggja goymsluna fram saman við áskoðarunum í einum poetiskum og sansaligum rúmi. Eyðkendur kaffiroykur, landsløg úr sukri, filmsbrot, orð og tónleikur verða drigin úr kassunum og løgd fram við umsorgan, nærlagni, viðurkenning, álvarsemi, skemti og virðing.

Sýningin er bygd á eina verkætlan frá 2019 til 2021, har níggju koreografar og ung úr Grønlandi, Føroyum, Íslandi, Ghana, St. Croix, Noregi, Svøríki/Sámalandi, Finnlandi/Sámalandi og Danmark kannaðu, hvussu kolonialisman sæst aftur í gerandisdegnum hjá teimum ungu. Tað, tey ungu hava greitt frá, verður pallsett av tveimum dansarum, og áskoðararnir verða tiknir við í eitt rúm, har filmsbrot, rørslur, tekstur, ljóð og lutir verða løgd fram og gjørd livandi millum áskoðararnar og dansararnar.

Sýningina hevur NextDoor Project framleitt í samstarvi við koreografar og ung úr Norðurlondum, Ghana og St. Croix.

Undirvísingartilfar á enskum

Ábyrgd og leikarar
Listarligur leiðari, koreografur: Ingrid Tranum Velásquez (DK)
Samskipari av ungdómspallborðinum: Sarah Camille Osmundsen, yrkjari (NO)
Tónasmiður: Henriette Groth (DK)
Pallsmiður: Annika Nilsson (SE)
Filmsstjóri: Stina Aletta Aikio (Sápmi/FI)
Koreografi & pallseting í Tórshavn: Vár Bech Arting (FO) og Inaja Skands (DK/BR)
Foto: Per Morten Abrahamsen