Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
13. januar 2025 kl. 23:59

Open Call: Filmsinnlating Geytin 2025

Kundi tú hugsað tær at víst tín stuttfilm til Geytan í Norðurlandahúsinum? Norðurlandahúsið samstarvar við Filmshúsið um at skipa fyri stóru stuttfilmskappingini Geytin, sum verður hildin leygarkvøldið 8. februar 2025. Á kvøldinum verða nýggir, føroyskir stuttfilmar sýndir og filmsvirðislønir handaðar.

Tilmelda tín stuttfilm til Geytan í seinasta lagi mánadagin 13. januar 2025 áðrenn midnátt

Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.

Tit melda stuttfilmin til við at senda eini boð til film@nlh.fo, har tit upplýsa fylgjandi:

  • Heiti og longd á filmi
  • Navn á leikstjóra
  • Slag av filmi
  • Synopsis av filminum og stutt bio av leikstjóranum
  • Nær/hvar varð filmurin seinast sýndur alment (um nakrantíð)
  • Teldupostadressu og telefonnummar hjá kontaktpersóni

Síðan fært tú eitt persónligt leinki til eina mappu, at lasta filmin upp í.

Krøvini til stuttfilmin eru hesi:

  • Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir
  • Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Geytanum
  • Stuttfilmurin skal latast inn í antin Prores ella DNx formati, og ljóð skal verða í 2.1 (Stereo) ella 5.1 (Surround)
  • Stuttfilmurin kann hava verið vístur alment fyrr, men í tílíkum føri má sýningin ikki vera longur síðan enn innlatingarfreistina 13. januar 2025

Nevndarviðgerð:
Ein yrkisnevnd við umboðum úr Filmshúsinum, Kringvarp Føroya, Føroysk filmsfólk, Filmsfelagnum og Klippfisk metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverki.

Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum, og avgerðin er endalig.

Um nevndin velur tín film til Geytan, fært tú boð um hetta í seinasta lagi 20. januar 2025. Tá fært tú stutta freist at lata eina versión av filminum inn aftur  við enskum ella skandinaviskum undirteksti. Eisini verður tú biðin at lata nakað av promo-tilfari inn til marknaðarføring.   

Valdu stuttfilmarnir verða vístir á føroyska stuttfilmskvøldinum í Høllini í Norðurlandahúsinum 8. februar kl. 19.00. Vinnarin av Geytanum fer avstað við einum Geyta-steypi og einari virðisløn á 40.000 kr latið av Runavíkar kommunu.  

Eru spurningar ella ivamál, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á film@nlh.fo