

Open Mic / Open Stage við AWL
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við teirra entusiasmu og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.
AWL hevur bergtikið áhoyrarar á Ravlitt, G! Festivalinum, Sement og fleiri øðrum tiltøkum í áravís – uttan at hava útgivið eina einastu útgávu!
Við semi improviseraðum ljóðlandsløgum og ókendum ljóðuniversum, skapar AWL eina magiska live uppliving, sum bara kann upplivast í løtuni. Hetta er tónleikur, sum ikki kann lýsast við orðum – hetta má upplivast!
Innskriving: 19:30
AWL á pall kl. 20:00
Stuðlað tiltakinum hevur Koda Kultur
