Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Hesaferð er Tóra Trónd serstakur gestur
18 ára gamla Tóra er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, og í løtuni fordjúpar hon seg í sangskriving á musikkskúla-miðnami í Føroyum. Hóast sín unga aldur, er hon longu væl ávegis í tónleikinum. Hennara ferð byrjaði við einum djúpum kærleika fyri at skriva tónleik, sum síðan hevur útviklað seg til fleiri imponerandi avrik: Frá at komponera ein sangleik til at syngja í kórum og big band og luttaka í íverksetaratiltakinum “She Can Play”.
2022 var árið, tá Tóra útgav sítt fyrsta staklag og sló sítt navn fast í Føroyum. Lagið fangaði føroyingar og varð dúgliga spælt í Føroyum. Lagið var somikið væl móttikið, at tað var tilnevnt ársins lag.
Tónleikurin hjá Tóru er kensluborin, melodiskur og hevur tekstir, sum eru ein samanrenning millum tað poetiska og tað erliga. Við øðrum orðum er Tóra ein spennandi sangskrivari, sum øll eiga at halda eyga við, tí hon hevur risa potentiali.
Innskriving er frá klokkan 19.30, og klokkan 20 fer Tóra Trónd á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.