Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
09. august 2025 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open Mic / Open Stage við Tunghoyrt

Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.

Tunghoyrt er helst mest spennandi navnið í Føroyum í løtuni! Teir hava longu tikið Sement og SPOT Festivalin við stormi, og G! Festivalurin bíðar eftir teimum. Teir spæla super væl, eru fullir av sjálvsáliti og hava ein villskap, sum smittar av uppá áhoyrarar.

Báðar ferðir teir stóðu á Sement pallinum, reisti fjøldin seg og klappaði. Og tað var ikki uttan orsøk, tí teir blástu takið av Reinsarínum við eini orku, sum vit ikki hava sæð fyrr í Føroyum. Fyrstu ferð Tunghoyrt framførdi á pallinum á Reinsaríinum var til Open Mic, har teir spældu Rage Against The Machine, og fjøldin bleiv garrvill!

Vit gleða okkum sum smábørn á jólum til, at Tunghoyrt aftur verður við á Open mic, hesuferð sum serligir gestir. Vit gleða okkum til at rokka saman við Tunghoyrt 9.august! Seti kross í tykkara kalendarar!

Jóni Strøm – vokal
Helge Greve – gittar
Erik Reynheim – bass
Bjarni Jakobsen – trummur

Innskriving: kl. 19.30
Tunghoyrt á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.