Loading Events
Nær
25. februar 2026 kl. 20 - 22
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Orwell: 2+2=5 (Raul Peck Frakland USA 2025 119 min)

Raoul Peck (f.1953), sum í “I Am Not Your Negro” (2016) lýsti amerikanska rithøvundin James Baldwin (1924-1987), ið Filmsfelagið tá vísti, hevur, við høvuðsdenti á einaræði og eftirlit, sett sær fyri at granska enska høvundin, George Orwell (1903-1950), og víðagitnu skaldsøguna “1984”, ið sama ár bleiv til spælifilm við John Hurt í høvuðsleiklutinum. Tá vísti Filmsfelagið “1984” í Sjónleikarhúsinum, sum í ár fyllir hundrað.

Peck vísir á líkskap við nútíðina og dregur millum annað fram eyðsýnda nýbrotið við politiskari populismu, sum víðahvar tekur seg upp, tá amerikanski forsetin, Donald Trump (f.1946), verður valdur aftur.

Filmurin er skipaður kring herrópini hjá Orwell ”War is Peace”, “Freedom is Slavery” og “Ignorance is Strong”, og roynir at krøkja evnisorðini úr víðagitnu skaldsøguni í ástøði um makt, og hvussu hon verður útint, í okkara tíð.

Kríggið í Irak, álopið á amerikansku kongressina, nasistiska heilsanin hjá Elon Musk, globala eftirlitssamfelagið og menningin av VL, vitlíki, verða lýst.

Raoul Peck, sum eitt stutt skeið var mentamálaráðharri í Haiti, er útbúgvin á Deutsche Film- und Fernsehakademie í Berlin.

Filmsummælarin hjá Rolling Stone sigur: ”Peck has long cratfed impeccable, politically charged fictions, docs, and docudramas, whether it’s his 2000 biopic on Patrice Lumumba or his peerless portrait of James Baldwin (I Am Not a Negro). With this latest magnum opus, the Haitian filmmaker has given us not just an invaluable, iris-out look at our present moment but the scariest movie of 2025 by a wide margin”.