Oslo Gospel Choir hevur síðani 1988, saman við kórleiðarinum Tore Aas, bergtikið fólk við sínum tónleiki og sangi. Yvir 20 ár hava tey hildið á at tala og syngja tann kristna boðskapin um trúgv, vón og kærleika við einum greiðum hjarta, til gleði fyri mong.
Eftir tríggjar sera væl eydnaðar konsertir í Livdini í november 2023, vitja tey aftur í 2024. Tey gleða seg longu til 26. november 2024. Nú hevur tú møguleika fyri at vera við til enn eina ógloymandi konsert saman við einum kóri í heimsflokki.