Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. november 2024 kl. 10

Oyggin hjá teimum horvnu – við Agnete Hentze Pichotka

Høli: Skálin
Longd: 45 min

Melda flokkin til spennandi rithøvundaprát við Agnete Hentze Pichotka um bókina “Oyggin hjá teimum horvnu” á Bókadøgunum. 

13 ára gamli Harald býr á Skarvaoyggjunum. Tá abbi hansara hvørvur til sjós í ódnarveðri, setir Harald sær fyri at ganga upp um fjallið og finna kópafólkini. Við hjálp frá teimum kann hann kanska finna abba sín. Men kanst tú líta á tílíkar verur? Og hvat um tær als ikki eru, sum hann helt, tær fóru at vera?

Agnete er vaksin upp í Danmark við føroyskum pápa og hevur ferðast nógv í Føroyum sum barn. Skarvaoyggjarnar eru Føroyar, soleiðis sum Agnete ímyndar sær, at her var í hálvtrýssunum. Men fyri at sleppa at skriva frítt, gav hon Haraldi sínar egnu oyggjar og fylti tær við veruligum havnum, bygdum og søgnum.

Oyggin hjá teimum horvnu – Skarvaoyggjarnar 1 er fyrsta bókin hjá Agnete Hentze Pichotka. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt, og Bókadeildin gevur út. Agnete fer greiða frá bókini og tosa um, hvussu tað er at skriva sína fyrstu bók. Næmingar fáa eisini høvið at spyrja spurningar.

Bókadeild Føroya Lærarafelag skipar fyri skúlatiltøkum á Bókadøgunum 2024.