Pigen med nålen (Magnus von Horn Danmark 2024 115 min)
Svenski leikstjórin, Magnus von Horn (f.1983), er útbúgvin í Lódz í Pólandi 2013, og fekk fyri fyrsta filmin Efterskalv (2015) tríggjar Guldbagge virðislønir í Svøríki. Eins og Pigen med nålen, var tann filmurin í kappingini í Cannes um Gylta Pálmin. Pigen med nålen er danska uppskotið at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur.
Í hesum filmi, sum er tikin í svart-hvítum, eru vit í Keypmannahavn eftir fyrra verðaldarbardaga. Vit fylgja ungu arbeiðsleysu Karolinu (Vic Carmen Sonne), sum er blivin við barn. Einsamøll og forlátin møtir hon karismatisku Dagmar Overbye (Trine Dyrholm), sum í loyndum rekur eina ættleiðingartænastu fyri kvinnur í trongum korum. Karolina fær arbeiði sum bróstmóðir og at ganga Dagmar til handa. Eitt sterkt samband verður knýtt teirra millum, heilt til Karolina kemur eftir, hvør sannleikin í veruleikanum er um virksemið hjá Dagmar.
Filmurin byggir á veruligar hendingar, ið skakaðu landið, tá tær komu fram. Dagmar Overbye (1887-1929) er dokumenterað á Politihistorisk Museum. Karen Søndergaard Jensen skrivaði í 2004 um hana í skaldsøguni Englemagersken, og í 2006 setti Teatret ved Sorte Hest søguna um Dagmar á pall í leikinum Historien om en mo(r)der.
Peter Bradshaw, sum ummælir film fyri The Guardian, gevur nýggja danska filminum besta ummæli, og nevnir, um svørt-hvítu filminingina, at “there are touches of Lynch, Von Trier or even Tod Browning here.”