Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
23. januar 2025 kl. 21
Prísur
DKK 100

Piparstertur (FO)

Hvat er ein piparstertur spyrt tú kanska. At sita á piparsterti er sum at sita á nálum, sambært orðabókini, ið eisini sigur: “komin á piparstertin illa skølsettur.” Men Piparstertur er eisini ein ung djass fusionskvintett.

Teir, ið manna kvintettina eru Jákup Tórgarð, Djóni Fischer, Fríði Bjarkhamar, Benjamin Djurhuus og Justin James Villanueva.

Teir spæla funky, lorkut, groovy og onkuntíð sárbær løg, ið rykkja áskoðaran út á kantin av stólinum.

Smæðhettur, ið fúsir finna fagurleika í teimum færri spældu tónunum.
Við einum ljóði so sevjumiklum sum rískeksin, og løgum so songbærum sum imbrimil, ið letur, gresja teir ymiskar ljóðmyndir fram, sum tú ongantíð hevði roknað við at tú ikki vildi hoyra.

Jákup Tórgarð – klaver
Benjamin Djurhuus – gittar
Justin James Villanueva – sax
Djóni Fischer – bass
Fríði Bjarkhamar – trummur