Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. mars 2025 kl. 21 - 23
Prísur
DKK 150

Play Boys

Bólkurin er stovnaður í 1976.

Tað vóru unglingar uppi undir Varða, sum byrjaðu at spæla tónleik saman av áhuga, men eisini ávirkaðir av spennandi livandi tónleikaumhvørvinum, familju vinum og kenningum, sum antin spældu ella høvdu stóran áhuga fyri tónleiki.

Bólkurin var mest virkin í 80´unum, har hann spældi til dans og konsertir, mest í høvuðsstaðnum.

Seinni hava limirnir í bólkinum saman, ella hvør sær spælt í óteljandi bólkum, einum hópi av verkætlannum og útgávum, bæði lokalt og internationalt.

Play Boys eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið.

Tann framúr sangarin James Olsen, er kendur fyri vælsvingandi og skattfullan sang. Ein karismufullur sangari, sum síðani byrjan, eisini hevur slitið sær nógvu trummupinnarnar, við sínum eyðkenda og sera væl svingandi trummuspælið.

Play Boys eru:

James Olsen, sang
Leivur Thomsen, gittar
Hans Petur í Brekkunum, saksofon
Arnold Ludvig, bass
Rógvi á Rógvu, trummur

Atgongumerki 150