Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
22. mars 2025 kl. 20 - 22
Prísur
DKK 110

Play Boys (FO)

Tað vóru unglingar uppi undir Varða, sum byrjaðu at spæla tónleik saman av áhuga, men eisini ávirkaðir av spennandi livandi tónleikaumhvørvinum, familju, vinum og kenningum, sum antin spældu ella høvdu stóran áhuga fyri tónleiki.

Bólkurin var mest virkin í 80-unum, har hann spældi til dans og konsertir, mest í høvuðsstaðnum. Seinni hava limirnir í bólkinum saman ella hvør sær spælt í óteljandi bólkum, verið uppií hópinum av verkætlum og útgávum her heima og úti í heimi.

Bólkurin er kendur fyri at spæla orkuríkan og svingandi tónleik, sum funk, soul, jazz, blues, har eitt nú Al Jarreau, Stevie Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað er á skránni.

Tað eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu við ella uttan ljóðføri.

James Olsen er framúr sangari, kendur fyri vælsvingandi og skattfullan sang. Ein karismatiskur sangari, sum síðan byrjan eisini hevur slitið nógvar trummupinnar við sínum eyðkenda og sera væl svingandi trummuspæli.

Vit gleða okkum.

James Olsen
Leivur Thomsen
Rógvi á Rógvu
Arnold Ludvig
Hans Petur í Brekkunum