

Plutonic & EagleCentric (CA/FO) Vetrarjazz 2026
EagleCentric er ein solo tónleikaverkætlan hjá Arnold Ludvig við elektroniskum tónleiki. Umframt at innspæla, ljóðblanda og masterera, filmaði og klipti hann eisini øll fýra videoløgini til síni stakløg. Sjangran er ein paletta av Electronica, Jazztronica, Dubstep,
Ambient, Dancetronica, og eksperimenteradi.
Arnold Ludvig (elektronikk)
Plutonic, eisini kend sum Anna Iachino, leggur fram skaldskap og tekstir saman við rútmiskum
tónleiki og samplingum, sum verða spæld á einum MIDI mini-keyboardi gjøgnum Ableton Live.
Hetta er nýggja elektroniska verkætlanin hjá Annu sum sangari og elektroniskur tónasmiður, har
hon kemur aftur til sín kærleika til at røra seg til tónleik við at skapa tónleik til dansigólvið.
Anna Iachino (vokal, yrkingar, elektronikk), Arnold Ludvig (elektronikk)
Keyp JazzPazz á blabar.fo
