

Ráðstevna um ítrott 2026
Eins og undanfarin ár eru viðkomandi føroyskir fyrilestrar, framløgur frá útlendskum granskarum og kjak á skránni. Og aftur í ár snýr tað seg um børnini, breiddina og tey bestu:
Samfelag og ítróttur: Sólskinssøgur og veruleiki.
Í fyrsta parti verða tøl og úrslit løgd fram, m.a. úr barnafrágreiðingini “Har børn og ung trívast”, og vit hoyra, hvat føroysk børn siga um ítrótt.
Tvær framløgur eru úr Íslandi. Onnur um, hvussu Ísland hevur brúkt ítrótt sum amboð til heilsufremjan og fyribyrging, og hin um, hvussu vit kunna framleiða og brúka hagtøl í ítróttaluttøku, og sum kunnu styrkja arbeiðið hjá kommunum og heilsuverkinum.
Ítróttur sum heilivágur:
Annar partur snýr seg um, hvussu ítróttur kann brúkast sum heilivágur og amboð til betri heilsu.
Hvat hava vit lært seinastu 10 árini um ítrótt sum heilsutilboð, og hvussu brúka vit nú hesa vitan sum samfelag? Eisini hoyra vit frá trimum føroyskum kommunum.
Tikið verður saman um hendan partin við orðaskifti.
Miðmáli frá klokkan 11.35 – 12.00.
Úrvalsítróttur – gagnnýtsla av ónýttum møguleikum:
Triðji partur er um menningarmøguleikarnar í Føroyum, og hvat hevur eydnast. Vit hoyra um serføroyskan spælistíl, sum hevur givið góð úrslit í hondbólti, og hví vit eisini hava rokkið bestu altjóða úrslit í fótbólti í 2025.
Eisini verður ein persónlig søga hjá Nicki Lentz, sum við greinandi og dátugrundaðari tilgongd megnaði at blíva heimsmeistari í styrkilyfting.