

Randers Kamarorkestur við Anja Nedremo (DK/NO)
Høli: Høllin
Longd: 110 min (íroknað steðg)
Á konsertini við Randers Kamarorkestur verður eitt nú føroyskur, danskur og franskur tónleikur. Norska Anja Nedremo verður solistur á saksofon í elegantu og poetisku saksofonkensertini hjá Jacques Ibert eins og í einum verki fyri solosaksofon og strúkikvartett hjá Teiti Lassen.
Harafturat verður tónleikur hjá Carl Nielsen, Hans Abrahamsen og Gustav Helsted, ið sameinir nakað av danska summarinum við ógvusligu og romantisku rákini sunnan fyri markið.
Randers Kamarorkestur er einasta fasta, professionella kamarorkestrið í Danmark. Orkestrið spælir umleið 150-200 konsertir um árið, m.a. orkestur- og kamarkonsertir í Randers og í restini av Danmark, skúlakonsertir, barnakonsertir, operaframførslur, samstarvskonsertir við øðrum orkestrum og øðrum tónlistabólkum umframt nógva annað. Gjøgnum konsertir, útgávur og tónleikaferðir spælir Randers Kamarorkestur stóran leiklut í danska tónleikalívinum.