Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. februar 2025 kl. 17 - 17:01
Prísur
Ókeypis atgongd

Rithøvundasamrøða: Morten A. Strøknes – »Havbókin«

»Havbókin« er um tveir vinmenn, sum saman fara á flot. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga á Vesturfjørðinum í Lofoten. Meðan teir bíða, siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt.

»Havbókin« verður hámett sum ein tann allarbesta norska yrkisprosabókin. Edvard Olsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. »Havbókin« er týdd um allan heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir.

Tiltakið er partur av nýggja føroyska bókmentafestivalinum.