Tað ber longu til at atkvøða fyri, hvør vinnarin skal vera. Tey tilnevndu verkini eru: »Sára Malena« eftir Sólrun Michelsen, »Vilstar røtur« eftir Ingun Christensen og »Lygn« eftir Eyðun Klakstein. Vinningurin er 30.000 kr.
Í fjør settu Føroysku bókasøvnini nýggju bókmentavirðislønina á stovn. Vinnarin gjørdist Høgni Mohr við »Saga JAM«.
Virðislønin er sett á stovn fyri at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Tú kanst atkvøða her:
http://www.xn--lesaravirislnin-qqb3l.fo/
Virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.
Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.