Tað verður ikki størri enn hetta. Kings Of Rock levera tað besta av tí besta! Við yvir 1.000 konsertum kring heimin! So veit man, hvat man tosar um!
Tónleikararnir í Kings Of Rock hava millum annað spælt í bólkum sum Mercyful Fate, Blink, Zauce og Mike Tramp og hava ferðast kring heimin við millum annað Metallica og Nickelback.
Kings Of Rock spæla tann feitasta 80s og 90s rock-tónleikin, har tað er torført at standa stillur!
Men tað er ikki bara tónleikurin, sum er í hásæti hjá Kings Of Rock – sambandið við áskoðararnar er eisini sera týdningarmikið. Kings Of Rock koma ikki bara út á pallin, men leypa bókstavliga út á pallin við teirra fantasku røddum og ýlandi guitarum!
Tað verður ein ordans rockveitsla, sum tit áskoðarir kunnu vænta. Sum slagorðið í teirra logo sigur: »Let’s Party«, og tað meina teir so sanniliga!
Tit fáa tey feitu løgini frá millum annað AC/DC, Guns’N Roses, U2, Bon Jovi, DAD, Kings Of Leon, VolBeat og nøkur fantastisk tophits, har tit verða tikin við gjøgnum tað eina feita rock-hittið eftir tað næsta!
Tiltakið byrjar klokkan 23. Dyrnar lata upp klokkan 22.