

Rørsla og sansastimbran
Tiltak fyri smábørn, pinkubørn og foreldur í barsil.
Beinta Bak Simonsen hevur fyrst eitt upplegg, og síðani verður ein løta við rørslustimbran við ráðum og triks til heimabrúk.
Vit byrja kl. 9.30, men dyrnar lata upp kl. 9.
Evnið hesa ferð er nertingarsansur (taktilsans). Hvat um hesin merkist ov lítið ella ov nógv? Tað verður gjørt meiri burturúr rørslum til nertingarsansin, og tað verður sansamassaga heldur enn at svinga runt og vøsa-vasa.
