Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
21. oktober 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Seinasta paradís á jørð

Høli: Høllin
Longd: 90 min.

Seinasta paradís á jørð er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen), og systrini Silju (Bjørg B. Egholm).

Í filminum roynir Kári at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.

Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur ugga í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis megnar pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.

Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum “Dreymar við havið”, men var áðrenn hetta eisini nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar “Summarnátt” og “Vetrarmorgun”, umframt norska stuttfilmin “Passasjeren”.

Sakaris hevur somuleiðis skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Hin virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum.

Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli úr Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum. 

Seinasta paradís á jørð er í uppskoti til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins