Kom við til setanina av nýggja Føroyska bókmentafestivalinum
mikudagin 26. februar 2025 kl. 15-17 á Býarbókasavninum í Havn.
Skrá:
Vónbjørt Vang, býarbókavørður, bjóðar vælkomin
Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, setur festivalin
Kim Simonsen, fyriskipari av Føroyska bókmentafestivalinum, sigur nøkur orð
Aftaná verður kjak og samrøða við týðandi norðurlendskar rithøvundur, har vit fara vit at kanna, hvussu bókmentir og list taka støðu til átrokandi spurningar, til dømis menniskjans samband við náttúruna og møguleikan fyri nýggjum frásøgnum.
Kunnu eldri bókmentaligar formar sum sagnir og ævintýr hava týdning í dag?
Samrøða verður millum hesar rithøvundar:
Rasmus Daugbjerg (DK)
Anna María Bogadóttir (ÍS)
Morten A. Strøksnes (NO)
Haukur Ingvarsson (ÍS)
Orðstýrari: Ivan Niclasen.
Vit bjóða kaffi og okkurt afturvið. Tiltakið er ókeypis.
Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.
Skráin fyri Føroyska bókmentafestivalin sæst á
https://www.faroeislandsfestival.net/