Loading Events
Nær
10. juli 2026 kl. 17:30 - 18:30
Hvar
Tutl Records
Prísur
Ókeypis atgongd

Silvurdrongur – Bønir: Fløgulurt í Tutl

Undanbílegg fløguna her: https://www.tutlrecords.com/wp-admin/post.php?post=18829…

Bønir er heitið á triðju útgávuni hjá Silvurdrongi eftir tær báðar Silvurplátu (2018) og nú æt eg eftir ánni (2024). Sigast má, at henda nýggja plátan umboðar eitt spildurnýtt tíðarskeið við endurføddum ljóðuniversi í yrkisleiðini hjá Silvurdrongi. Tónleikurin er framleiddur í einari Oslo Østre Frikirke, har Oddur Joensen hevur studio. Oddur hevur framleitt tónleikin við sonnum hegni. Hann megnar til fulnar at skapa eitt heitt, ópolerað og organiskt ljóð, sum miðað varð eftir frá byrjan. Alt er innspælt frá grundini við hondspældum dugnaskapi – trummur, gittarar, steel-gittari, bassar, ljómborð, klaver og alskyns onnur smærri ljóðføri. Henda tilgongd er eitt mótsvar til tað teldugjørda og AI-stýrda, sum er uppi í tíðini. Hendan útgávan skuldi verða beint tað tvørøvuta: Kropslig og menniskjaslig upp á allar mátar, sum inniber eitt rátt, ótamt og ófullkomið úttrykk, har smáfeilir og tilvildarligheitir gleðiliga verða tikin við í løgini.

Kom til eina hugnaliga løtu í Tutl <3