Loading Events
Nær
22. mars 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 2.500

Silvursmíð á Føroya Fólkaháskúla

Lærari er Ragnhild Dam, ið hevur drúgvar royndir við silvursmíð.

Hennara silvur kann síggjast her:
https://www.facebook.com/ragnhilddamjewellery/?locale=hu_HU

Íroknað í prísinum er tilfari til trýggjar lutur, so sum ringar, oyralokkar ella armond. Til ber eisini at keypa tilfar til fleiri lutir. Harumframt ber til at seta tykkara egnu perlur/steinar og annað í prýðislutirnar.

Við í prísinum er gisting á háskúlanum við egnum kamari, morgunmatur, miðmáli, og døgurði alt vikuskiftið. Eisini ber til at búgva heima og luttaka á skeiðinum.