Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. november 2025 kl. 12 - 12:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Sjókæti A-OY við Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø

Høli: Klingran
Longd: 45 min.

Ansjós, állur, búrfiskur… Anda djúpt inn og kava niður í litríka og frálíka heimin undir vatnskorpuni! Kom við á eina serliga ferð gjøgnum føroyska stavraðið og hitt ennifiskin, rossamakrelin, skøtuna og nógv onnur forvitnislig sjódjór í serstøku myndabókini Sjókæti A-OY. 

Bókin inniheldur stuttligar og fangandi yrkingar um ymiskar fiskar og onnur sjódjór frá A til OY, sum Sólrún Michelsen so hegnisliga hevur yrkt. Annika Øyrabø hevur myndprýtt við vøkrum, litríkum og stuttligum pappírsklippi, ið fangar góða lagið í yrkingunum.

Sólrún Michelsen fer at lesa upp yrkingar úr bókini, upprunamyndirnar úr bókini verða sýndar fram, og Annika Øyrabø fer at greiða frá myndunum og skipa fyri einari kreativari verkstovu. Bókin verður til sølu og til ber at fáa hana signeraða.

Sólrún Michelsen er rithøvundur og hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, sálmar og yrkingar til børn, ung og vaksin. Annika Øyrabø er sniðgevi og myndprýðari, sum eisini hevur myndprýtt barnabøkur eftir Aðalbjørg Linklett og Dánial Hoydal.

Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags