Loading Events
Nær
15. august 2026 kl. 10:30 - 17
Hvar
Filmshúsið
Prísur
DKK 500

Skeið fyri filmsframleiðarar við Signe Byrge

Hevur tú hug at læra meira um arbeiðið hjá einum filmsframleiðara, hvørji amboð eru týdningarmikil at duga, og hvat arbeiðið krevur?

So kanst tú tekna teg til framleiðaraskeiðið við framleiðaranum Signe Byrge, sum Filmshúsið skipar fyri.

Á skeiðinum verður arbeitt við allari tilgongdini í eini filmsframleiðslu — frá menning av hugskoti og pitching til arbeiðið við tíðarætlan, fíggjarætlan, stuðulsmøguleikum og útbreiðslu av filminum.

Signe Byrge fer at greiða frá teimum praktisku uppgávunum hjá einum framleiðara og vísa dømi úr veruligum filmverkætlanum.

 

Jón Hammer, føroyskur filmsframleiðari, fer eisini at greiða frá sínum arbeiðsroyndum í Føroyum og geva innlit í tær stuðulsskipanir, sum oftast verða nýttar í filmsframleiðslu.

Skeiðið verður í Filmshúsinum 15.–17. august og er ætlað øllum, ið hava áhuga í at framleiða heimildarfilmar — bæði framleiðarum og leikstjórum.

Kostnaður: 500 kr.