Børn og ung brúka nógva tíð á skíggjum, og hjá børnum við diagnosum er skíggjatíðin ofta sera stór, millum 60 og 80 tímar um vikuna. Sambært serfrøðingum elva mongu tímarnir framman fyri skíggja til mistrivna.
Fægstu fakpersónar vita, hvussu teir skulu handfara spurningin um skíggjatíð, serliga tí børn/ung ofta tykjast slappa av og gerast rólig við skíggjunum. Telduspøl og sosialir miðlar geva ADHD heilanum tað dopaminið, honum leingist eftir, men talan er um stutttíðar vælnøgd, ið kann elva til fleiri súmptom, bundinskap og negativar atferðarbroytingar.
Á skeiðnum fært tú amboð, so tú kanst hjálpa familjum og øðrum fakpersónum við at minka um skíggjatíðina og økja trivnaðin. Harumframt fært tú vitan um:
Hvør er Aida Bikic?
Aida er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur eina ph.d um, hvussu telduvenjing ávirkar børn við ADHD. Aida granskar á Syddansk Universitet og í Barna- og ungdómspsykiatriini í Suðurjyllandi, og hon stendur á odda fyri fleiri kanningum, ið kanna, hvussu skíggjatíð ávirkar børn/ung kensluliga og kognitivt. Les meiri um Aidu her:
Hvar: Smæran
Hvat: Skeið, umframt døgurða og kaffi og okkurt søtt undir góman
Hvør: Skeiðið er serliga ætlað persónum, ið arbeiða við børnum/ungum við diagnosum, lærarum, námsfrøðingum, sálarfrøðingum, sosialráðgevum v.m. men onnur áhugað eitt nú foreldur kunnu eisini tekna seg