Á hesum skeiði verður komið inn á, hvat vit skulu vita um kensluna skomm, sum eina
fyrireiking til sjálva tilgongdina í leking.
Skommin liggur ofta fjald aftanfyri spenningar sum vreiði, sorg og ótta. Gjøgnum kreativar
tilgongdir kunnu hesi spenningsøki verða týdningarmiklir stígu steinar, fyri at koma forbíð
múrin av skomm og inn til sína sonnu autentisku sjálvsfatan.
Tað verður teknað, málað, skrivað, evnað leir, andadráttsvenjingar og rørsla.
Um skeiðshaldaran
Vivian Sjóðklett er útlærd sum kunstterapeut, frá Institut for kunstterapi sum byggir á
sálarføði Jungs. Eisini er Vivian útlærd sum námsfrøðingur og sexolog.
Síðani 2011 hevur hon havt eina ørgrynnu av kreativum skeiðum innan kunstterapi.
Kunstterapi eru kreativar tilgongdir til eina innara ferð, har ein fær loyvi til at tøma seg, ella
kroppurin sleppur at lufta út. Kunstterapi er har orð ei røkka.
Støði:
Øll ung og vaksin 15 ára aldri eru vælkomin