Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Snjómánafólkið I – Rúnaspá við Ingun Christensen

Høli: Skálin
Longd: 45 min.

Snjómánafólkið I – Rúnaspá er fyrsta bók í nýggjum tríverki eftir Ingun Christensen. Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.

Ingun Christensen er rithøvundur og hevur skrivað bøkur til børn, ung og vaksin, umframt søgur í Míni jólabók og yrkingar. Í sambandi við nýggjastu útgávuna hjá Ingun verður skipað fyri almennum útgávutiltaki á Bókadøgum 2025.

Í samrøðu við Sannu Mariu Klein, bókmentafrøðing og miðnámsskúlalærara, fer Ingun at leggja bókina fram, hugleiða um at skapa út frá hugflognum og lesa upp úr bókini. Høvi verður at seta Ingun spurningar og fáa bókina signeraða.

Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags