Høli: Høllin
Longd: 45 min
Tú mást hava festivalpass til tiltakið.
Keyp, keyp, keyp! Vælkomin til eina garvilla og stórsligna sjónvarpssending, har vertirnir keypa og brúka uttan at hugsa seg um. Um nakrar fáar minutter steðgar alt upp, men tað hugsa vit ikki um nú. Keyp, keyp! Og brúka! Nógvar lutir, nýggjar lutir, keyp! Tað er ongantíð ov seint at fara at brúka – ella kanska at verða brúktur?
Soft Machine er ein dansisýning ætlað børnum, har tríggir dansarar við skemti og við skrøggi lýsa brúkið í samfelagnum. Listafelagið Oslo Koreografiske hevur framleitt sýningina. Við ljósi, ljóði, pallseting og áhoyrarum vilja tey kanna, eggja og geva íblástur til samrøður millum børn og vaksin – samrøður, ið ikki eru lidnar, men halda fram, aftaná at sýningin er liðug.
Soft Machine fær okkum at síggja okkara virðisbrævaskrásetta, óróliga heim øðrvísi. Hóast nógv av okkum eru upptikin av veðurlagnum og umhvørvinum, rúgvast heimini hjá okkum kortini við lutum, ið okkum als ikki tørvar. Er brúkarastevnan og umhvørvið ikki bara ein stór andsøgn?
Aldursbólkur: 3-12 ár
Sýning verður:
Ley. 29. mars, kl. 13
Sun. 30. mars, kl. 13
Tiltakið er partur av barnafestivalinum Frítt Flog – Rimmarland
Fólkini, ið hava staðið fyri Soft Machine
Listarligt toymi: Fredrik Petrov, Ida Haugen, Anne Kathrine Fallmyr, Tale Hendnes, Evelina Dembacke, Colin Eccleston og Sara Enger Larsen
Dansarar: Fredrik Petrov, Ida Haugen og Sara Enger Larsen
Pallseting: Colin Eccleston
Koregografi og leiðbeining: Anne Kathrine Fallmyr, Tale Hendnes
Ljós: Evelina Dembacke
Tónleikur: Fredrik Petrov
Ljóð: Nikolai Høgset
Myndir: Tale Hendnes/Dansens Hus
Framleiðsla: Oslo Koreografiske
Samstarvsfelagar: Dansens Hus við stuðuli frá Sparebankstiftelsen DNB
Stuðlað av Kulturrådet, Spenn, Sentralen Ung, Konstnärsnämnden, Kloden, Oslo Kommune