

Hetta merkir, at í hvørjari vøggustovu og barnagarði búgva upp til ein triðingur av børnunum antin hjá tí mammuni ella pápanum ella eisini búgva tey skiftisvís hjá báðum.
Skeiðið gevur tykkum fakligt innlit í, hvussu tit kunnu skilja og stuðla hesum børnum á rættan hátt og skapa tryggleika og støðufesti í teirra gerandisdegi.
Á hesum skeiðinum seta vit sjóneykuna á:
Dagurin gevur innlit í, hvussu skilnaður ávirkar trivnaðin hjá børnum og ungum. Harumframt fært tú eisini innlit í, hvussu trupult tað er hjá børnunum, tá talan eru um skilnað, sum er merktur av nógvum og stórum ósemjum. Tú fært eisini vitan um, hvussu tú sum fakfólk kanst stuðla børnum og foreldrum og vísa á víðari til hjálp, tá tørvur er á tí.
Dagurin er ein samanrenning av fyrilestri, reflektión og dialogi í plenum.
“Søren Marcussen er ein ótrúliga góður undirvísari, faktiskt tann besti skeiðleiðarin eg havi havt.” – Føroyskur luttakari, sum hevur verið á skeiði hjá Søren Marcussen.
Undirvísari: Søren Marcussen
Søren Marcussen er ráðgevi og deildarleiðari hjá Styrk Familierne (fyrrverandi Center for Familieudvikling). Hann leggur stóran dent á, at børnini hava brúk fyri vaksnum, sum eru til staðar, seta orð á tað, sum hendir, og skapa tryggleika í gerandisdegnum.
Søren hevur síðani 2008 veri við til at gera tilboð til fráskildar familjur millum annað:
Brellbitar úr skránni:
Luttakararnir fara heim við innliti í støðurnar hjá børnum, har foreldrini eru farin hvør til sítt. Eitt innlit sum kann brúkast beinanvegin í arbeiðnum við børnum – og við einum felags máli, sum styrkir samstarvið í starvsfólkahópinum.
Eitt skeið fyri øll, sum arbeiða við børnum ella hava áhuga fyri evninum