Loading Events
Nær
18. februar 2026 kl. 08:15 - 15:15
Hvar
Hotel Føroyar
Prísur
DKK 475

SSP Kveikingardagurin

Kveikingardagurin er dagurin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag kunnu gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum.

Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum.

Evnið ið er karmur um kveikingardagin er: Motivatión í roynd og veru!

Vit forvitnast og kanna nærri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi og motiverandi. 

Hvat skal til fyri at hjálpa børnum og ungdómi til betri trivna og menning ? Hví kann tað viðhvørt kennast sum at onki riggar, ella sum um tey als ikki ynskja broyting ella virka motiveraði? Hava vit tá veruliga roynt alt? og hvussu er egin drívmegi? 

Hvønn leiklut spælir sjálvstamarhald og vitsevni, og ber til at arbeiða við hesum hugtøkum? Hettar er nakað av tí vit royna at blíva klókari uppá til Kveikingardagin 2026.

So kom við til ein kveikjandi dag, hoyr nærri um ymisk sjónarmið innan fyribyrging, sum hava týdning fyri tað góða barna- og ungdómslívið. Í fjør varð útselt, og vóna vit enn einaferð at undirtøkan verður eins góð í ár. 

​Sí skránna og les um fyrilestrarhaldararnar her https://assets.atgongumerki.fo/COt8QOgMxGJQRCM1bfjsk3GVprEGg2sT.png