Beint fyri ólavsøku, 27.juli letur upp fjølbroytt framsýning í Steinprenti við heitinum SUM Í GJØGNUM SORTAR SKÝGGJA. Hetta er ein framsýning um ljós og myrkur við verkum eftir Hansinu Iversen, Claus Carstensen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Tórodd Poulsen, Hanna Bjartalíð o.o.
Kinna Poulsen, ið júst hevur givið út bók um samtíðarlistina í Føroyum, hevur kuraterað framsýningina. Hóast samtíðarlistin í okkara tíð er vorðin samansett og fjølbroytt, eru ljós og myrkur framvegis týðandi fyribrigdi í einum landi, har upplivingin av bæði vetrarmyrkri og summarljósi er intensiv og dialektisk; jú gjølligari kunnleikin er um myrkrið, tess størri gerst tørvurin á ljósi og tess størri týdning fær hon, tunna rípan av ljósi, sum fellur inn í myrka barnakamarið, tá tað er nátt og tíð at sova. Øll eru vælkomin til vernissage 27.juli klokkan 16.