Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
27. juli 2025 kl. 17 - 19
Hvar
Steinprent
Prísur
Ókeypis

Sum ígjøgnum sortar skýggja

Hetta er ein framsýning um ljós og myrkur við verkum eftir Hansinu Iversen, Claus Carstensen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Tórodd Poulsen, Hanna Bjartalíð o.o. Kinna Poulsen, ið júst hevur givið út bók um samtíðarlistina í Føroyum, hevur kuraterað framsýningina. Hóast samtíðarlistin í okkara tíð er vorðin samansett og fjølbroytt, eru ljós og myrkur framvegis týðandi fyribrigdi í einum landi, har upplivingin av bæði vetrarmyrkri og summarljósi er intensiv og dialektisk; jú gjølligari kunnleikin er um myrkrið, tess størri gerst tørvurin á ljósi og tess størri týdning fær hon, tunna rípan av ljósi, sum fellur inn í myrka barnakamarið, tá tað er nátt og tíð at sova. Øll eru vælkomin til vernissage 27. juli klokkan 16.