Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
12. september 2025 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
DKK 295

Teitur & Girls in Airports ‘Kvæði’ konsert

Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.

Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna ‘Kvæði’.

Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.

Teir hava higartil havt fleiri konsertir í Danmark, og fleiri vera afturat í summar.
Konsertin í Finsen í september er fyrsta konsertin her á klettunum.

Gaffa.dk gevur plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:

“… úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinda indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra.
(…) Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”

Girls in Airports eru Martin Stender á saxofon, Mathias Holm á tangentar, Victor Dybbroe á slagverk og Oliver Laumann á trummur.

LEINKJUR:

Ólavur Riddararós live video

Angankári video:

Krabbasker video:

Teitur og ‘Kvæði’ í sendingini Leitisstein:

Teitur:

Heimasíða

Instagram

Girls in Airports:

Heimasíða

Instagram