Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
19. mars 2025 kl. 19 - 22
Prísur
DKK 100

The Brutalist (Brady Corbet USA Bretland Ungarn 2025 215 min)

Hetta eftir at krígsstøðan og skiftandi landamørk hava skapt skilnað teirra millum.

László er ungarskur jødi, sum kom undan Holocaust við lívinum.

Í nýggja og fremmanda landinum búseta tey seg í Pennsylvania, har hin mektigi og tó loyniligi vinnulívsmaðurin, Harrison Lee Van Buren (Guy Pierce) skjótt kemur eftir, hvussu hann kann brúka førleikararnar hjá fremmanda arkitektinum at gera nakað stórt í nýggja heimlandinum, USA.

Men viðurskifti sum makt og arvur eru ikki altíð so løtt og beint fram at handfara.

Leikstjórin, Brady Corbet (f.1988), hevur skrivað søguna saman við norsku Mona Fastvold (f.1986), sum fyrr var gift við Sondre Lerche. Síðan 2012 hava Mona og Brady hildið saman og tvey ár seinni fingu tey eina dóttir.

The Brutalist varð frumsýndur á altjóða filmstevnuni í Venezia í fjør heyst, har hann fekk virðisløn fyri bestu leikstjórn. Við ársbyrjan vann The Brutalist tríggjar Golden Globe virðislønir: besti filmur við bestu leikstjórn og besta mannliga høvuðsleikluti.

Leggið til merkis, at drúgvi filmurin, sum varir 215 minuttir, byrjar klokkan 19:00. Ein steðgur verður í sýningini.