Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
16. november 2025 kl. 14 - 14:01
Hvar
Norðurlandahúsið

The Superhero Workshop

Høli: Norðurstova
Longd: 45 min.

Hevur tú nakrantíð droymt um at havt eina supermegi? Hevði tú kanska viljað flogið høgt uppi í skýggjunum, gingið ígjøgnum veggir ella havt evnini at lesa tankar? Á hesi stuttligu og kreativu verkstovuni sleppur tú at skapa tína egnu superhetju, bæði við orðum og myndum!

Bergrún Íris, ið hevur skrivað og teknað Langelstur-bøkurnar, hevur hesa spennandi verkstovuna, har hugflogið fær fríar teymar. Her fært tú møguleikan at skapa tína egnu hetju, at velja eina supermegi og at læra, hvussu tú kanst gera eina søgu um tína hetju – antin við orðum ella við litríkum myndum.

Verkstovan er eitt gott høvi hjá bæði børnum og vaksnum at vera kreativ saman og møguliga at varnast eitthvørt nýtt um seg sjálvi. Kom við á ein hugkveikjandi dag, har tú sleppur at nýta hugflogið, tekna og skriva og skapa hetjurnar, tú altíð hevur droymt um!

Fyriskipari: Aðalkonsulát Íslands í Tórshavn