Loading Events
Nær
30. januar 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Tore Brunborg Trio (NO/FO) – Vetrarjazz 2026

Saman granska tey trioformatið við útgangsstøði í nýggjum tónleiki eftir Tora. Við drúgvum royndum av at skriva til ymisk stór og smá orkestur, hevur Tore nú skrivað tónleik til hetta intima formatið.

Tey bjóða eina sermerkta blanding av snildum rytmiskum og
harmoniskum elementum – við sterkum bygnaðum og melodium, sum
bera tónleikin víðari. Í samspæli við tað leikandi trummuspælið hjá
Narvesen og tað luftiga men sterka bassspælið hjá Poulsen, gongur
tónleikurin nógvar vegir. Sum umboð fyri síni ættarlið leggja tey afturat bæði sjónarhorn, dýpd og søguligan samanhang. Við øðrum orðum – ein kann kalla tað eitt nýtt slag av fusion!

Bárður og Veslemøy hava vakt ans í bólkum sum Espen Berg Trio,
Flukten, Kongle Trio, Mall Girl, Wako o.fl.

Eftir tvær konsertferðir heystið 2024 fóru tey í Studio Paradiso í Oslo og tóku upp nógvan tónleik, og ein fløga verður givin út í vár 2026.

  • Tore Brunborg (saxofon)
  • Bárður R. Poulsen (bass)
  • Hanna Veslemøy Narvesen (trummur)

 

Keyp JazzPazz á blabar.fo