Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
01. juni 2025

Tórshavn Maraton

Ein serstøk renni-uppliving ígjøgnum hugnaligu gøturnar í Tórshavn, ígjøgnum náttúruna, og framvið fossum og firðum.

Tórshavn Maraton byrjar mitt í Tórshavn, heldur so fram framvið Strond, og ígjøgnum Hoydalar og gomlu Hoyvíkina. Síðani verður runnið til framvið Kaldbaksfirðinum til Kaldbaks; hetta er mest krevjandi men vakrasti parturin av túrinum.

Runnið verður síðani heim aftur, og tá ið komið verður aftur til Havnina, fylgja rennararnir ringvegnum yvir á R. C. Effersøes gøtu og aftur inn í miðbýin.

 

Um rutuna

  • Ein blanding av brekkum og fløtum
  • Uppliva bæði náttúru, vakurt útsýni og hugnaligu gøturnar í Tórshavn
  • Asfaltteraður vegur er allastaðni
  • Ruturnar eru mátaðar í samsvari við AIMS reglugerðirnar

Met

  • Kvinnur: Helena Javornik (SL): 3:09:16, ár 2018
  • Menn: Raul Jankowski (DE): 2:35:11, ár 2022

Nýggj met verða heiðraði við 3000 kr., stuðlaðar av Leif Mohr og LM Electric.

 

Hvussu tíðin verður mátað

Títt skelti hevur eitt chip, sum ger tað møguligt at máta tíð tína. Tín tíð verður skrásett regluliga, og familja og vinir kunnu fylgja tær frá málstrikuni ella heimanífrá á sínum snildfonum.

Veðrið

Føroyska summarveðrið er óútrokniligt. Fyrireika teg væl hareftir.

Luttak í renningini ella les kunna teg nærri um tiltakið her.