Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
05. juli 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 105 – 210

Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn

Høli: Høllin
Longd: 60 min (eingin steðgur)

Kom og uppliva flaggskipið innan jazz í Føroyum. Konsertin ”Minnist tú enn”, har Tórshavnar Big Band saman við kendum sangsolistum framføra føroyskar slagarar, er fyrsta konsertin, ið verður sett til sølu hjá Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivali, sum nú verður endurstovnaður. Festivalurin verður vikuskiftið 4.-5. juli 2025. 

Tórshavnar jazz, fólka- og bluesfestivalur 
Tónleikalegendan Brandur Øssursson tók upprunaliga stig til Tórshavnar jazz, fólka- og bluesfestival í 1984 og hann helt fram 20 ár.

Festivalurin setti ein heilt serligan dám á býarlívið í Havn um summarið og var savningarstaður hjá tónleikalívinum, havnafólki og vitjandi. Tórshavnar Big Band var fast húsorkestur, og saksofonspælandi jazz-hvalurin, sum var búmerkið tá, var eyðkennið fyri ein altjóða jazzfestival í Norðuratlandshavinum.

Allir høvuðsstaðir í grannalondum okkara hava ein jazzfestival um summarið – og tað skal Tórshavn sjálvandi eisini hava aftur.

Skráin verður ein blandingur av jazzi, fólkatónleiki og blues í breiðari merking. Stórur dentur verður lagdur á listaligu góðskuna, og skráin umboðar tað besta, sum Føroyar hava at bjóða.

”Tórshavnar jazz, fólka- og blues festivalurin verður endurstovnaður á ein haldgóðan hátt. Vit arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleikagreinunum og tryggja, at føroyska tónleikalívið er burðardygt, fjølbroytt, viðkomandi og í støðugari, skjótari menning,” siga stigtakararnir Sunnuva Bæk og Hans Petur í Brekkunum. Saman hava tey bæði fleiri áratíggju av royndum við tónleikafyriskipan, umframt at tey bæði spæla tónleik – Hans Petur sum yrkistónleikari og Sunnuva sum áhugatónleikari.

Byrjað verður í smáum, og fyrsta árið fara bert føroysk nøvn at framføra á festivalinum.

Um áhoyrarar taka væl ímóti festivalinum, verður virksemið økt. Fleiri festivalar eru í grannalondum okkara um sama mundið – m.a. Copenhagen Jazz Festival – so góðir møguleikar eru fyri altjóða samstørvum.

Konsertir og jamsession verða m.a. í Reinsarínum, í Perluni, á Blábar og í Norðurlandahúsinum.