Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
22. februar 2025 kl. 11 - 16

Tráður

Tann 6. september letur framsýningin Tráður upp. Vit hava biði 4 listafólk um at draga tráð ígjøgnum tað, ið bindir okkum sum fólk. Talan er um 4 ymiskar innleggingar (installatiónir), í hvør sínum kliva á Listasavninum. Ull, garn, klæði, nylon, vhs bond og annað verður bundið og vovið saman til heildarupplivingar, har hugsað verður um, hvussu loft, gólv og veggir verða brúkt til fulnar. Hetta hevur ment seg til eina framsýning við aestetiskum, humoristiskum og poetiskum sansaverkum, ið øll halda seg til hugsanir og kenslur, ið merkja okkara samtíð. Heitið á framsýningini sipar tískil til tær samrøður og átrokandi spurningar, ið listafólkini hvør sær meta eru neyðug at umrøða. Tá ein slær uppá tráðin, fær mann samband við hvørt annað, og mann skapar karmar til diskutión. Tað er júst hetta, ið hendan framsýningin megnar – at fá samband ímillum listina og samfelagsspurningar.