

Í samstarvi við Føroya Fiskimannafelag verður skeið í at bøta trol á Føroya Fólkaháskúla
Undirvísing, tilfar og máltíð er íroknað prísinum.
Tað verður eitt sindur av teori, men mest undirvísing í trolbøting í verki.
Luttakararnir læra at bøta vanlig net, so sum hol og tungur, seta stykkir í, møguliga spleysa og gera ymiskar knútar og annað.
Tú lærir eitt sindur av tí mest grundleggjandi teknikkinum um trolbøting og knútar.
Undirvísarar eru royndir trolmenn.
Pláss er fyri 16 luttakarum.
Øll við áhuga at læra grundleggjandi trolbøting, eru vælkomin. Aldursmark 15 ár.