Trygt tilknýti er grundarlagið fyri trivnaði og menning hjá barni tínum. Trygt tilknýti gevur barninum gott sjálvsvirði og álit á onnur menniskju. Og barnið lærir at regulera sínar kenslur og stýra sínum uppmerksemi. Trygga tilknýtið er eisini vegurin til sunnar og tryggar relatiónir til onnur – alt lívið.
Í fyrilestrinum fer Rikke Yde Tordrup at greiða frá, hvussu tú sum foreldur styrkir trygga tilknýtið hjá barni tínum til tín tey fyrstu týðandi árini.
Vit hjartahita og skemti fer Rikke at taka uppí sínar royndir sum sálarfrøðingur frá egnari kliniskari praksis, frá eygleiðingum í barnafamiljum og frá sínum móðurskapi.
Fyrilesturin byggir á bókina, “Tryg tilknytning i børnefamilien”, hjá Rikke Yde Tordrup frá Dansk Psykologisk forlag, 2022.
Fyrilestrarhaldarin
Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár.
Sí eisini www.rikketordrup.dk
Málbólkur
Fyrst og fremst foreldur at børnum í 0-6 ára aldri. Men eisini onnur við áhuga fyri evninum.
Tíð og stað
Fyrilesturin verður hóskvøldið 5. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn klokkan 19-21.
Tilmelding og prísur
Prísur: 190 kr. + avgreiðslugjald
Evstamark at melda til er 29. oktober 2024.
Myndir
Tekningin er úr bókini, “Tryg tilknytning i børnefamilien” frá Dansk psykologisk Forlag 2022. Teknað hevur Pernille Mühlbach.
Fotomyndina av Rikke Yde Tordrup hevur Kirsten Adler tikið.